14/09/2026
🇫🇴 60+ MIKUDAGIN, 16. SEPTEMBUR 🇫🇴
So er tað í ovurmorgin, mikudagin, 16. septembur at 60+ aftur er á skránni í Føroyahúsinum
Kl. 13:00 til 16:00, verður borðreitt við einum góðum bita og hugnaligari samveru.
Eisini verður áhugaverdur stuttfilmur frá fyrstu Regatta í Ishøj vístur.
Filmurin er tikin upp í 1987, so tað verður ein forkunnug ferð 40 ár aftur í tíðina 🎥☺️
Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvbodnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki.
Kostnaður kr. 70,-
Melda teg til í seinasta lagi kl. 17:00 í morgin, týsdag, 15. septembur.
Antin á: [email protected] ella send eini sms-boð: 31 17 48 68
Goldið verður við korti ella MobilePay, tá tit koma innar.